Um Okkum

HK Flutningur

Felagið er eitt framhald av virkseminum hjá Berint Justinussen í Streymnesi. Berint byrjaði við busskoyring longu í 1958.

Berint koyrdi fyrst við einum VW bussi til 10 ferðandi. Næsti bussurin var ein Mercedes Benz, sum tók 16 ferðandi. Hesin bussurin bleiv keyptur í umleið 1960, og honum koyrdi hann við fram til 1970. Tá keypti hann ein annan Mercedes, sum tók 21 ferðandi. Í 1976 varð aftur Mercedes bussur keyptur. Hesin tók 25 ferðandi, og  hendan bussin hevði hann so til 1980, tá ið hann keypti ein til 36 ferðandi.

Tað vísti seg skjótt, at hesin bussurin hevði alt ov lítlan motor, og tí bleiv hann útskiftur við ein Volvo B10M Van Hool, sum í 1984 varð keyptur frá Brøðrunum Petersen í Fuglafirði. Bussurin tók 37 ferðandi, og hendan bussin hevði hann til 1987, tá hann keypti ein nýggjan Volvo B10M Van Hool við 42 sitiplássum og 20 standiplássum. Hetta er bussurin, sum HK Flutningur byrjaði við.

Sp/f HK Flutningur varð stovnað í Streymnesi á Grækarismessu ár 2000. Ætlanin við felagnum var at reka ferðafólkaflutning við bussi, og vit høvdu longu tá sáttmála við Strandfaraskip Landsins um koyring.

HK Bussar

Alt virksemið hjá HK Flutningi bleiv flutt yvir í Sp/f HK Bussar í 2008. Vit hava síðani roynt at útbygt felagið sum frægast, og eru flestu av bussunum yngri enn 5 ár. Seinastu árini hava vit havt upp til 8 ársverk á lønarlistanum, og tá ið harðast hevur leikað á, hava tað verið upp í móti 20 fólk til arbeiðis.

 

Afturat busskoyringini hava vit fingið umboð upp á Grammer í Føroyum. Grammer er ein fyritøka, ið ger setur til bussar, lastbilar, vøruvognar, flogfør og mangt annað. Í Apríl 2009 fingu vit umboðið upp á Stroco Oljufýringar. Hesar kunnu síggjast á http://www.stroco.dk/

Í 2010 fingu vit umboðið uppá Digana/Taximat, ið selur alt innan Taxa og nú eisini hava sølu av trygdarskipanum.

Back to top